B68 er nærri bestu deildini

1. DEILD: Við 2-1 sigri í Klaksvík eru toftamenn nú bara eitt stig frá bronsuplássinum

Støðutalvan sigur framvegis, at B68 er á fjórða plássi, og harvið er tað framvegis soleiðis, at bara eitt lið er á uppflytingarplássi. Tað er ÍF, sum við sigri í Runavík tryggjaði sær gullið í næstbestu deildini.

 

Undan hesum umfarinum var B68 fýra stig frá uppflytingarplássi. Eftir 2-1 sigurin í Klaksvík er B68 eitt stig frá uppflytingarplássi.

 

Um tað skal eydnast B68 at flyta upp, so er tað neyðugt at vinna báðar dystirnar, og so skal KÍ ella NSÍ ikki vinna báðar dystirnar.

 

Tað var stórur dramatikkur í Klaksvík, har tað vóru ikki so fá viðhaldsfólk hjá B68.

KÍ gjørdi sjálvmál, tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir, og bara tveir minuttir seinni økti veteranurin Niklas F. Joensen til 2-0.

Tað gekk javnt á, og tað vóru nógvir nærdystir. Eiler Rasmussen var dómari, og hann hevði gula kortið á lofti seks ferðir – tríggjar ferðir til hvørt liðið.

 

KÍ hevði miðskeiðis í seinna hálvleiki risa møguleika at minka um munin, men Petur Meinhard Magnussen í B68 málinum bjargaði, tá ið Henry Heinesen royndi seg við brotssparki.

 

Tað restaðu fimm minuttir, tá ið Jóhan Dávur Højgaard hjá B68 sá gult fyri aðru ferð og varð vístur av vøllinum. Ein minutt seinni minkaði Jonn Johannesen um munin, og so varð heilt spennandi.

Tá ið vanliga tíðin var farin, vildu heimamenninir hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, men Eiler Rasmussen, sum var væl staddur, tagdi. So sá Jonn Johannesen gult fyri aðru ferð, og harvið vóru tað síðstu sekundini tíggju bláir og tíggju reyðir á vøllinum.