B68 er nú næstfremst

Í dag vunnu toftamenn ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ

Fyri fimtu ferð á rað eydnaðist tað B68 í dag at vinna, og aftur hesa ferð var tað við einum málið.

Grannauppgerðin á Svangaskarði ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ endaði 1-0. Einasti málskjúttin var Esmar Clementsen, sum setti bóltin í málið aftanfyri Andras Gango, tá ið ein lítil hálvur tími var farin.

 

Tað leikaði ógvuliga javnt á, og fótbóltsspælið var lutfalsliga gott. Tað varð ikki so nógv sparkað, sum tað ofta verður í lægru deildunum. Heldur strembaðu bæði liðini eftir at spæla fótbólt.

Í fleiri førum vóru tað nær við og næstan støður, og í seinna hálvleiki vóru heimamenninir onkra ferðina einsamallir frammanfyri NSÍ málverjan, ið vardi væl fyri.

 

Úrslitið ber við sær, at B68 nú er næstfremst við átjan stigum. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at NSÍ tapti. NSÍ er nú á triðja plássi við sekstan stigum.