Í kvøld hevur næstbesta B68 liðið vunnið 4-1 á næstbesta liðnum hjá NSÍ. Grannauppgerðin var við Løkin í Runavík, og tað var NSÍ miðvallarin Jann Martin Mortensen, sum eftir eitt korter sneiddi seg leysan mitt fyri og setti bóltin framvið B68 veteranmálverjanum Alberg Gaardlykke.
B68 hevði fleiri veteranar á liðnum ? eitt nú Edmund Jacobsen og Aksel Højgaard, sum varð skiftur inn síðstu løtuna. Og toftamenn vístu seg at vera teir drúgvaðu, tí teir skoraðu fýra mál í 2. hálvleiki.
Tað var yngra ættarliðið av toftamonnum, sum syrgdu fyri B68 málunum: álopsspælarin Óli Olsen javnaði til 1-1, verjuspælarin Høgni Petersen legði B68 framum, miðvallarin Gestur Lómstein økti til 3-1, og unglingaspælarin Ramon Højgaard staðfesti stórsigurin, sum ongar ábendingar høvdu verið um í 1. hálvleiki.










