Tað verður oyggjauppgerð í Sarpugerði í Norðragøtu í morgin. Fyri aðru ferð í fimm dagar skal B68 royna seg ímóti Eysturoyar liði. Eftir 4-0 tap í Gundadali ímóti HB og 2-0 tap á heimavølli ímóti ÍF er Víkingur næsta avbjóðingin hjá B68 og Paula Poulsen:
– Vit eru allir samdir í, at avrikið í Gundadali var undir alt lágmark. Hugburðurin var als ikki tann, sum vit eiga at vísa. Ímóti ÍF var tað væl frægari, og hóast vit taptu og ikki skoraðu, so haldi eg, at vit kunnu brúka tann dystin sum útgangsstøði undan avbjóðingini ímóti Víkingi, heldur Pauli Poulsen, sum staðfestir, at gongdin ímóti ÌF átti at havt borið betri úrslit við sær:
– Eftir málleysan 1. hálvleik vóru vit oman á fyrstu løtuna eftir steðgin, og tað var stórt spell, at tað vóru teir, sum fingu mál. Munurin var tann, at teir skoraðu upp á sínar møguleikar, meðan vit ikki megnaðu at fáa mál. Tað arbeiða vit miðvíst við at betra.
Toftamenn eru illa plágaðir av skaðum. Keita og Camara eru langtíðar skaddir, Emanuel Ukpei, Jónleif Højgaard og Jann Ingi Petersen vera helst uttanfyri eitt ella tvey umfør aftrat, Dánjal Pauli Højgaard nyddist skaddur út ímóti ÍF, og nú hevur André Olsen brotið eitt rivjabein og verður tískil ikki við næsta lítla mánaðin.
Í Víkingi er lagið gott. Full úrtøka í tveimum teimum fyrstu umførunum økir um sjálvsálitið, og tað er kapping um plássini.
Hóast hansara lið hevur funnið fulla úrtøku og gestirnir einki hava fingið burturúr, so roknar Jógvan Martin Olsen við torførari uppgávu í morgin:
– B68 hevur ofta staðið seg væl í Gøtu, og talan er um svangt lið, sum sjálvandi er ógvuliga uppsett at vaska soltnu byrjanina av sær, og tí skulu vit vera fullkomuliga fokuseraðir, staðfestir Víkinga venjarin, sum hevur allar spælararnar tøkar undan oyggjauppgerðini.