Longu klokkan 16.15 í morgin seinnapartin er dystarbyrjan í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið millum B68 og EB/Streym á Svangaskarði á Toftum.
B68 er á odda 3-0 frá tí fyrru hálvfinaluni, ið var spæld fyri umleið einum hálvum árum síðani, og er tí eisini favorittur til at vinna seg í steypafinaluna, har HB verður mótstøðuliðið.
B68 er eisini favorittur hjá fýra altjóða veddingarfyritøkum at vinna seinnu hálvfinaluna.
Miðaloddsini upp á heimasigur til B68 eru 1,79.
Miðaloddsini upp á útisigur til EB/Streym eru 3,62.
Miðaloddsini upp á javnleik, ið sendir B68 víðari til steypafinaluna eru 4,02.
HER eru oddsini. Gev gætur, at fimm veddingarfyritøkur hava strikað veddimálið:
##med2##












