B68 er favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á dystin millum B68 og TB, ið byrjar klokkan 18 í kvøld

Klokkan 18 í kvøld byrjar dysturin millum B68 og TB á Svangaskarði á Toftum.

 

B68 er nummar sjey í Betrideildini við 17 stigum, meðan TB er á áttanda plássinum við 15 stigum. Bæði liðini hava brúk fyri stigum fyri at økja um frástøðuna til ÍF og AB.

 

12 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin, og tær hava B68 sum favoritt til at vinna dystin á Svangaskarði.

 

Oddsini upp á heimasigur til B68 liggja millum 1,50 og 1,61.

 

Oddsini upp á útisigur til TB liggja millum 2,31 og 4,75.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##