B68 er bjargað

HB hevði aloftast trýstið, men tað var B68, sum streyk avstað við sigrinum, soleiðis at teir nú eru púrasta tryggir Formula-deildini

Fótbóltur

 

B68 spælir eisini Formula-bólt næsta kappingarár. Øðrvísi fær niðurstøðan illa verið, eftir at teir í gjár vunnu 2-1 á HB.

Uppskriftin var í mangar mátar tann sama, sum hevur tryggjað toftamonnum so nógv stig í seinastuni. Frá byrjan legði B68 dent á at skipa verjupartin, og so lótu teir annars HB hava bóltin nógv, uttan at havnarliðið tó megnaði at skapa teir heilt stóru møguleikarnar burtur úr hesum.

Ta einu ferðina brast eitt skot tó í stólpan handan Vlada Filipovic, men í hinum endanum hevði B68 eisini sínar møguleikar. Eitt nú bjargaði HB ta einu ferðina á málstrikuni eftir hornapark, og við fleiri aðrar deyðbóltar var eisini stórur vandi á ferð.

 

Hálvkiksari setti hol á

Tað tók tó ikki vertunum meira enn lítlan minutt, áðrenn teir í seinna hálvleiki høvdu skotið seg framum. Skotið frá Dánjal Paula Højgaard var kanska meira ein hálvkiksari, enn nakað annað. Men undir øllum umstøðum snýtti tað fullkomuliga Marcin Dawid í HB-málinum, og so kundu toftamenn í enn størri mun leggja dent á kontra-fótbóltin.

Men hóast HB framhaldandi trýsti, so gekk sera striltið við at fáa nakað burtur úr hesum trýstinum. Og spyrt tú í dag ein toftamann, so skuldi upphavið til útjavningina ongan tíð verðið dømt.

Men dómarin metti, at Ndende hevði hond á bóltinum, tá hann leyp upp inni í brotsteiginum, og so sýndi Andrew av Fløtum vanligan tryggleika, tá hann úr 11 metrum skuldi umseta brotsspark.

Tá vóru bara fýra minuttir eftir at spæla, men hetta oyðilegði kortini ikki dagin fyri B68. Bara tveir minuttir seinni var bólturin nevnliga aftur í HB-málinum. Hesa ferð var talan um hornaspark, sum Jann Ingi Petersen sendi innfyri, og har setti Brian Andresen krúllin á bóltin.

 

Tryggir

Sigurin ber við sær, at B68 er tryggjað í deildini. Hóast botnurin fyri tað nógva hevur verið sera tættur, so skuldu 29 stig verið á leið tað, sum krevst til bjarging, og enn hava toftamenn eisini fimm dystir afturat at skava sær okkurt stigið saman í.

Og sum úrtøkan hevur verið seinastu umførini, so er eingin orsøk at halda, at B68 ikki fer at økja um stigatalið.

Hjá HB var talan hinvegin um ein kjaftfisk, nú teir annars veruliga tóktust hava fingið glið á. Enn eru heiðursmerkini tó væl og virðiliga sjónlig. Og mest av øllum, so eigur HB enn dystir til góðar móti øllum kappingarneytunum í sub-toppinum, og tí liggur avgerðin enn í hondunum hjá teimum.