B68 er aftur á odda

Brasiliumaðurin Andersson er komin aftur til Toftir, har hann roknast at verða álopsstyrkur, sum fer at koma væl við, nú John Petersen skjótt fer av aftur landinum

2. DEILD
Tað gekk, sum støðutalvan kundi bent á, at tað fór at gera. Oddaliðið B68 vann á botnliðnum GÍ. Men talan gjørdist á ongan hátt um skrædlið, sum onnur úrslit í deildini kundu bent á, at talan for at verða um, tá ið tað var toppur móti botni.
 B68 vann 4-2, eftir at tað í steðginum hevði staðið á jøvnum 2-2. Ellivu minuttir vóru eftir, tá ið Jann Ingi Petersen, sum var staddur í málteiginum, har tað var nógv fólk, skoraði til 3-2, og fýra minuttir seinni staðfesti Arnbjørn Danielsen sigurin eftir umleið somu uppskrift.
 Toftamenn høvdu bóltin nógv størsta partin av tíðini, men GÍ var væl mannað og spældi sum alt annað enn botnlið, ið bara hevur fingið eitt stig. Omar Pálsson legði gøtumenn á odda við fínum langskoti í 22. minutti. John Petersen snittaði við høvdinum eftir fríspark til 1-1. Tá var hálvur tími farin, og fýra minuttir undan steðginum legði Jóhan Petur Poulsen B68 framum eftir horna og út frá og so uppspæl frá Eyðstein Skipanes og Kristian Anton Andreasen.
 Áslakur R. Petersen, sum sat skaddur uttanfyri sunnudagin, tá ið besta GÍ liðið tapti móti Skála, javnaði minuttin eftir við frísparki, sum hann setti framvið manngarðinum, og so bitu toftamenn negl, inntil tað restaðu stívliga tíggju minuttir.
Andersson afturkomin
Brasiliumaðurin Andersson er nú aftur á Toftum. Hann var ikki á liðnum í Gøtu, men ætlanin er, at hann skal spæla við B68 tað, sum er eftir av árinum. Andersson spældi við B68 í fjør. Í vetur kom hann aftur til Toftir, men hann fór av landinum í apríl. Síðani hevur hann verið í Belgia, og nú er hann aftur í Føroyum.
 John Petersen hevur hjálpt toftamonnum í summar. Hann verður við í morgin, tá ið B68 á heimavølli skal spæla móti B36, men hann verður ikki drúgvur á Svangaskarði, tí hann fer skjótt av aftur landinum.
2. deild
GÍ-B68 2-4 (2-2)
1-0: Omar Pálsson 22.
1-1: John Petersen 30.
1-2: Jóhan Petur Poulsen 41.
2-2: Áslakur R. Petersen 42.
2-3: Jann Ingi Petersen 79.
2-4: Arnbjørn Danielsen 83.
Støðan
B68 9 8 0 1 36-7 24
B71 9 7 1 1 35-7 22
FSV04 9 6 1 2 25-8 19
AB 9 5 2 2 24-19 17
HB 9 5 1 3 26-18 16
LÍF 9 4 0 5 32-23 12
ROYN 9 3 0 6 11-40   9
SUMBA 9 2 0 7 19-37   6
B36 9 1 2 6   9-25   5
GÍ 9 0 1 8 10-43   1
Næstu dystirnir í 2. deild
Leygardagin 13. august
HB-GÍ
SUMBA-LÍF
B71-AB
FSV04-ROYN
B68-B36