Tað gongur væl við fótbóltinum á Toftum. Besta liðið hevur fulla úrtøku í trimum dystum eftir summarsteðgin, og næstbesta liðið er rættuliga við at lyfta seg burtur frá hóttanini av niðurflyting.
Á Tvøroyri gongur tað ikki so væl við ætlanini at vinna uppflyting. TB er á fjórða plássi, og í dag fingu teir enn eitt skot fyri bógvin, tá ið úrslitið á Sevmýri ímóti næstbesta B68 liðnum var 1-1.
Josef Bassene legði heimaliðið framum eftir tríggjar minuttir, og sjey minuttir fyri hálvleik javnaði Óli Olsen fyri B68.
Tað regnaði illa, og vindurin órógvaði fótbóltsspælið ikki so lítið.