B68 dagurin, sum verður á Svangaskarði leygardagin 18. august, er ein dagur fyri alla bygdina, ung og tilkomin eins væl og fyri eldri. Tí hevur felagið eisini valt eina skrá, sum kemur flestum fólkum í Nes kommunu við.
- Vit hava fingið endurreist henda dagin, har heilsa verður høvuðsevnið. Tað verður Kristian Poulsen, formaður í ungdómsnevndini hjá B68, sum fer at seta dagin.
Fyrireikararnir vísa á, at lagt verður fyri við kondi-bingo, sum kemur at vara í umleið ein hálvan tíma. Fyri at luttaka, keypa fólk sær eina ella fleiri plátur.
- Ein gonguruta er gjørd á økinum rundan um Svangaskarð. Tølini fyri at vinna eru á hesi rutu, og vinnast kann við einari rekkju, tveimum rekkjum ella fullari plátu. 24 vinningar eru tilsamans.
Tiltakið heldur fram á niðara vølli á Svangaskarði, har tjald og ymiskir aktivitetir verða.
- Vit hava lánt framkomin mátingartól frá Fólkaheilsuráðnum, so møguleiki verður at máta blóðtrýst, feittprosent, vøddamassa, blóðsukur og lungnaorku, og aftur í ár standa lokalir sjúkrarøktafrøðingar fyri mátingunum.
Fyrireikararnir siga, at á sjálvum vøllinum vera hoppiborgir og onnur spøl til børnini, og her verða eisini 6-8 fótbóltsgolf banar.
- Sum nakað nýtt verður eisini "bagurúms loppumarknaður". Tú kemur við bilinum og leigar tær eitt borð. So kanst tú selja alt tað, tú vilt.
Lagt verður aftrat, at góðar tónleikaframførslur vera eisini á B68-degnum - fyrst frá Inga Poulsen. Ingi hevur akkurát framført á Summar Festivalinum. Síðan kemur lokali, Jóan Jákup Benjaminsen, at syngja nakrar sangir.
- Sjálvandi fara vit aftur í ár at grilla pylsur og breyð, og vit dylja ikki fyri, at tað hevði verið stuttligt at sæð nógv fólk á Svangaskarði leygardagin komandi, siga fyrireikararnir av B68-degnum.
Meira kann lesast um tiltakið á heimasíðuni - www.b68.fo