Av fyrstan tíð skuldu B68 og EB/Streymur spæla klokkan 15 leygardagin. Tað bleiv so broytt til klokkan 17. Nú er dysturin so staðfestur at verða klokkan 15 leygardagin.
Høvuðsvenjarin hjá B68 ætlar sær stig á heimavølli í morgin, men ásannar, at uppflytarar hava tað altíð trupult, og tí skal ein stórur innsatsur leggjast fyri dagin.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra eina samrøðu við Jens Martin Olsen, har vit eisini umrøddu hvussu týdningarmikið tað er, at vit fáa, ið hvussu er eina innandura fótbóltshøll í Føroyum, tá veðrið er so svikaligt, og ofta er tungt at hava taktiskar og tekniskar venjingar í ringum veðurlíkindum.










