B68-EB/Streymur á FM1 klokkan 15

Ein dystur verður spældur í Betrideildini í dag

Fult umfar er í Betrideildini hjá monnum hetta vikuskiftið:

 

Leygardagin klokkan 15: B68-EB/Streymur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Sunnudagin klokkan 15: Víkingur-KÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Sunnudagin klokkan 15: 07 Vestur-HB

 

Sunnudagin klokkan 15: AB-B36

 

Sunnukvøldið klokkan 18: Skála-NSÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Seinnapartin klokkan 15 í dag sigur Petur Asbjørn Lervig beinleiðis frá dystinum millum B68 og EB/Streym. B68 stríðist fyri at sleppa uppum niðurflytingarstrikuna, og EB/Streymur stríðist fyri at gerast nummar fýra, ið kann geva luttøku í Europa Conference League um ikki 07 Vestur vinnur steypakappingini. Hini trý liðini í hálvfinalunum í steypakappingini, KÍ, Víkingur og HB liggja á trimum teimum fremstu plássunum í Betrideildini. 

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo