B68 dragnar

Í einum málríkum dysti á Mølini, setti B68 aftur stig til ímóti einum av botnliðunum

Felagsliðið EB/Streymur fekk vitjan av toftamonnum sunnudagin. Dysturin endaði 3-3, og tað mugu toftamenn iðra seg mest um, tí í tveimum dystum ímóti botnliðum, hevur úrtøkan bara verið tvey stig. Hevði B68 vunnið sínar seinastu dystir, so høvdu teir verið ájavnir við grannarnar úr NSÍ á ovastu rók.

Fyri B68 mátti úrslitið sunnudagin kennast eitt sindur hugtungt, tí teir skoraðu trý mál, men fingu bert tað eina stigið við sær. B68 hevur ikki skorað tey mongu málini í ár, og liðið hevur havt torført við at spælt seg fram til opnar málmøgleikar.

B68-venjarin, Frank Skytte, var eisini vónbrotin eftir dystin, tí hann vildi vera við, at toftamenn vóru betra liðið á Mølini, og hóast hansara menn endiliga fingu hol á málskjótingina, so rakk tað ikki til sigur kortini.

Toftamenn ágrýtnir
B68 vóru sera ágrýtnir fyrstu løtuna, og løgdu trýst á heimaliðið. Longu eftir eitt korter gav trýstið eisini úrslit. B68 hevði vunnið sær fríspark nakað uttanfyri brotsteigin hjá EB/Streymi, og sum ikki enn einaferð var tað Øssur Hansen, sum sum við beinleiðis frísparki fekk bent bóltin í málið hjá EB/Streymi.

Tað vóru annars ikki meir enn hendinga málmøguleikar í fyrra hálvleiki. B68 hevði lítla leikliga yvirvág, men fingu ikki umsett yvirvágini til málmøguleikar.

EB/Streymur hevði bert tí einu royndina á mál í fyrra hálvleiki, tá Vinjard Dam gjørdist leysur við málmanninum, men pólski B68-málverjin bjargaði

Hálvleikstøðan var 1-0 eisini til B68, og hetta var eitt rímuligt mynd av hvussu fyrri hálvleikur gekk.

Flott frísparksmál
Felagsliðið legði út í seinna hálvleiki sum eitt ódnarveður. Ikki meir enn tríggjir minuttir vóru farnir, so høvdu teir javnað. Teir fingu fríspark beint uttanfyri B68-brotsteigin, við einari forkunnuðari frísparks-kombinatión, fekk liðformaðurin, Ronnie Samuelsen, seinasta fót á. Av Eiði verður sagt, málið avgjørt er ein kandidatur til ársins mál.

? Hasa frísparkskombinationina hava vit vant dúgliga, og tí tað er tað hugaligt, at hon eydnast so væl, segði venjarin hjá felagsliðnum, Trygvi Mortensen, eftir dystin

B68 svaraði skjótt aftur, tí fimm minuttir seinni, legði Arnold Joensen B68 aftur frammum. Eftir góða sending frá Øssur Hansen, lá Arnold framvið, og fekk sett bóltin framvið Gunnari av Steig.

Bæði liðini høvdu ágangandi spæl í seinna hálvleiki, og spældu seg bæði fram til málmøguleikar. Av Eiði verður sagt, at B68 hevði flestar málmøguleikar, og at heimaliðið hevði ein vælleikandi, Gunnar á Steig, í málinum. Fleiri ferðir varð Gunnar noyddur at toyggja seg fyri at halda toftamonnum burtur frá skjóta mál. Serliga vóru toftamenn vandamiklir í deyðbóltsstøðum, har tað fleiri ferðir var um reppið, at teir fingu mál

Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk ungi Teitur Joensen eina sending frá Ronnie Samuelsen, og slapp ímillum málverja og B68- verjuna, og skallaði bóltin uppum B68-málverjan til 2-2. Hesa løtuna hevði heimaliðið gott tak á B68-miðvøllinum, og spældi seg fram til fleiri møguleikar, men fingu onki málið

Eitt korter fyri leiklok, eydnaðist tað EB/Streymi at leggja seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum. Eitt fríspark verður sent úr vinstru, har Ronnie Samuelsen, millum vinir og fíggjindar, fekk skot á, og við sínum næsta málið, fekk gjørt tað til 3-2 til heimaliðið.

Toftamenn góvust ikki so, tí EB/Streymur-leiðslan vardi ikki longri enn tríggjar minuttir, eftir at landsliðsverjuleikarin, Hans Fróði Hansen, var hægstur eftir hornaspark, og fekk skallað bóltin í málið til endaligu støðuna 3-3.

Toftamenn iðra seg
B68-venjarin, Frank Skytte, iðraði eftir javnleikin. ? Vit hava sett fleiri óneyðug stig til seinastu dystirnar, og har meini eg ímóti HB, TB og so í dag, og tað er rætt og slætt ikki gott nokk.

- Vit eru enn við í FM-stríðnum, men eftir okkara avrikum í seinastuni, vil eg ikki kalla okkara spæl nakað meistaraspæl, segði Frank Skytte eftir dystinum.

Hann vísti eisini á, at tað er bara hugaligt, at landskappingin er so jøvn í ár, og um toftamenn skulu gera seg galdandi, er neyðugt við sjálvrannsakan, nú avrikini ikki hava verið noktandi seinastu tvær vikurnar.

- Vit fara at nýta næstu 14 dagarnar at hyggja eftir okkum sjálvum, tí í løtuni eru tað vit sjálvir, ið eru okkara ringasti fíggindi. Vit lata alt ov bílig mál fara inn, og fleiri av leikarunum spæla ikki upp til sítt ítarsta, og tað skulu vit nú rætta uppá.

EB/Streymur-venjarin væntar at klára skerini
EB/Streymur venjarin var fegin um eina stigið, og at frástøðan til næsta niðasta plássið nú er fimm stig.

-Eftir mínum tykki hava vit eitt betri lið enn TB, og tí vænti eg, at vit klára skerini í ár, segði Trygvi Mortensen eftir dystin.

Annars vísti EB/Streymur-venjarin á, at teir enn onki taka fyri givið, og at tað ikki verður tikið meir enn ein dystur á gangin.

Dysturin í tølum:

EB/Streymur ?B68 3-3 (0-1)
0-1 Øssur Hansen
1-1 Ronnie Samuelsen
1-2 Arnold Joensen
2-2 Teitur Joensen
3-2 Ronnie Samuelsen
3-3 Hans Fróði Hansen

EB/Streymur: Gunnar á Steig, Teitur Joensen, Andrzej Pacek, Christian Carlsson, Eyðfinnur Joensen, Hans Pauli Samuelsen, Ronne Samuelsen, Jákup Martin Joensen, Marni Djurhuus, Vinjard Dam og John-Sigurð Gleðishegg

B68:Michael Kokoszanek, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira, John Heri Dam, Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Bogi Petersen, Øssur Hansen, Arnold Joensen og Anders Nygaard