B68 dagur á Svangaskarði

B68 dagur verður á Svangaskarði leygardagin 20. juni við nógvum ymiskum tiltøkum. Í hesum sambandi verður grasvøllurin á Svangaskarði tøkur til campingpláss alt vikuskiftið.

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum, byrjar B68 dagin kl. 11.30. Áðrenn bygda- og stuðulsrenningina kl. 12.30 verður møguleiki at fáa blóðtrýstið mált av fólki frá hjartafelagnum. Upphiting verður á graslíkisvøllinum við tónleiki og upphitingarcoach.


Stóra teltið hjá Bátafelagnum verður karmur um flestu av tiltøkunum. Seinnapartin frá kl. 16 verður B68-búffur við chips og grønmeti í hugnaliga umhvørvinum í teltinum við livandi tónleiki afturvið. Tónleikur, mattombola, grill, kappingar og spøl fyri børnini verða nøkur av tiltøkunum hendan dagin.


Landskappingardystur í fótbólti í 1. deild verður millum B68 og TB kl. 17, og kl. 20 verður ein dystur millum gullliðið hjá B68 frá 1984 og NSÍ liðið frá 1984.


Nógvur sangur og tónleikur verður á eisini skránni. Kl. 16 verður tónleikur við Johan Magnus Kristiansson Olsen og hálvan tíma seinni við Trianity. Tabor-kórið og Nebo-kórið syngja ávikavist kl. 19 og 19.30, og kl. 22 verður Syngið við tiltak við undirspæli.


B68 dagurin endar við Contry dansi við Halli Joensen og orkestri frá kl. 23.00.


Sum nakað nýtt, verður grasvøllurin á Svangaskarði tøkur til campingpláss alt vikuskiftið.

Kostnaðurin fyri campingpláss er kr. 120 um samdørið, og kostnaðurin fyri teltpláss er kr. 75 um samdøgrið.Tilmelding til campingpláss kann gerast við at ringja til Haldor Gaardbo tlf. 217760 ella 447760.


Skráin fyri B68 dagin sæst á www.b68.fo