B68 byrjar frá botninum

Sjálvsálitið er stórt í B36, sum er ósigrað í fýra teimum fyrstu umførunum

Einasta stigið, sum B68 higartil hevur vunnið, var í øðrum umfari ímóti EB/Streymi á heimavølli. Ta ferðina var úrslitið 1-1. Nýggi vongverjin í vinstru Bergur Gregersen varð sagdur at vera málskjútti, men á dómaraseðlinum stendur, at tað var Gert Hansen hjá EB/Streymi, sum gjørdi sjálvmál. Hetta er einasta málið, sum B68 hevur fingið burturúr fyrstu 360 minuttunum.

Jógvan Martin Olsen er saman við Øssuri Hansen venjari á Svangaskarði. Dagsskráin er heilt øðrvísi, enn hon var, tá ið hann saman við Víkingi kappaðist um fremstu plássini og í europeiskum fótbólti:

-Vit eru farnir undir at byggja felagið og liðið upp av nýggjum. Nógvir spælarar eru blaðungir, og teir eru fáir, sum hava nógvar royndir. Tí ræður tað um at fáa grundleggjandi viðurskifti upp á pláss. Spælararnir skulu hava rós fyri, at teir vísa góðan hugburð undir venjing. Setningurin er at fáa liðið samanspælt. Tølini siga, at tað ikki minst er í álopspartinum, at avbjóðingin er stór, men tað er ikki øðrvísi enn so, at vit halda møguleikan vera góðan at vinna úrtøku, tá ið vit eiga heimavøll. Nú fáa vit fyrst vitjan av B36, sum hevur fingið góða byrjan, og so av AB, sum er svangt eftir at vinna stig, og vit rokna við møguleikanum, at tað skal bera til hjá okkum, sigur Jógvan Martin Olsen.

Evrard Blé og Jonleif Højgaard eru framvegis skaddir, og Bergur Gregersen er farin at venja aftur eftir skaðasteðg.

Á heimavølli ímóti B36 hava toftamenn ofta staðið seg væl. Í 2012 endaði tað 1-1, og í 2011, tá ið B36 varð meistari, endaði fyrri dysturin 2-2, meðan B36 við 3-2 sigri á Svangaskarði í 22. umfari tók stórt stig fram ímóti FM heitinum.

Í B36 hava teir gott mót:

-Vit hava ikki tapt enn, hóast vit tvær tær seinastu ferðirnar hava spælt ímóti teimum báðum liðunum, ið verða søgd at vera størstu favorittarnir at vinna FM, verður staðfest á B36 heimasíðuni.

Hóast B36 hevur verið illa skaðaplágað, so vísir tað seg sum um, at felagið heldur fram við at finna nýggjar skikkaðar spælarar. Ímóti HB var tað nýggi miðverjin Andrias Eriksen, ið var eyðsýndur.

Klæmint Matras og Símun Joensen eru orsaka av skaða ikki við í ferðalagnum inn á Toftir. Tað er Eli F. Nielsen, sum er við aftur eftir leikbann.