2-2. Tað var úrslitið, tá ið teir næstbestu hjá B68 seinnapartin vitjaðu teir næstbestu hjá EB/Streymi.
Heimaliðið var eftir 1. hálvleik á odda 2-1.
Hóast toftamenn høvdu vindin ímóti, so løgdu teir seg framum 1-0. Málskjútti var Jónleif Højgaard, sum eftir langa framlegging gjørdist leysur frammanfyri Gunnar á Steig.
Undan steðginum skoraði EB/Streymur tvær ferðir: Halltórur Joensen javnaði við lobbskoti úr høgru, og Ronnie Samuelsen skoraði til 2-1, tá ið hann var fyrstur á returbólti.
Óli Olsen javnaði til 2-2, tá ið hann var fyrstur á returbólti. So royndu toftamenn at skora sigursmálið undan vindinum, men tað eydnaðist ikki.