B68 bara eitt stig í Leirvík

1. DEILD: Superveteranurin John Petersen javnaði fyri B36 í evstu løtu, og tað kann fara at vísa seg at verða avgerandi mál

Tríggir dystir í tjúgunda umfari í næstbestu deildini vóru í kvøld. Hinir báðir vera ávikavíst fríggjakvøldið og sunnudagin.

 

Í Gundadali vóru tvær grannauppgerðir. Onnur var millum toppliðið AB og HB, sum væl og virðiliga hevur tryggjað sær rætt eisini næsta ár at spæla í næstbestu deildini.

Hin var millum B36 og Giza Hoyvík, sum stríðast fyri at sleppa burtur undan hóttanini av niðurflyting.

Í fyrra førinum gekk tað akkurát hjá toppliðnum AB, sum vann 1-0 ímóti væl mannaðum HB liði. Einsamalli málskjúttin var Beinir Henriksen. HB stríddist manniliga, og tað vóru onkrir møguleikar hjá heimaliðnum at javna, men AB hevði fleiri góðar møguleikar at økja um leiðsluna.

 

Í uppgerðini, har hóttanin av niðurflyting var á skrá, endaði tað 3-3. Giza Hoyvík var frammanfyri 2-0, tá ið tólv minuttir vóru farnir. B36 javnaði til 2-2, tá ið tað restaði eitt korter, men Giza Hoyvík svaraði aftur. Tá ið Ahmed Keita skoraði fyri aðru ferð og tríggjar minuttir undan leikloki legði Giza Hoyvík framum 3-2, kendist hetta vera sigursmálið.

Tjúgu minuttir undan leikloki var superveteranurin John Petersen settur inn á B36 liðið. Hann skoraði til 3-3 í 93. minutti. At tað eydnaðist B36 at skava eitt stig til sín, kann fara at vísa seg at hava avgerandi týdning, tá ið tað seinni í heyst fer at verða gjørt upp.

At B36 leggur stóran dent á at varðveita liðið í næstbestu deildini sást eitt nú aftur í, at Jákup á Borg var á vøllinum í 70 minuttir og skoraði eitt mál. Ragnar Samuelsen skoraði eitt mál fyri B36. Hann avloysti longu í 24. minutti Gilla Samuelsen, sum noyddist av vøllinum.

Ahmed Keita er framvegis vandamikil. Hann skoraði tvey mál fyri Giza Hoyvík, og Evrard Blé skoraði eitt.

 

Í Leirvík eydnaðist teimum næstbestu hjá Víkingi at vinna eitt stig ímóti B68. Oddur Højgaard, sum ikki hevur spælt so nógv í ár, tí hann hevur verið uttanlands í lestrarørindum – og fer av aftur landinum – legði dygst undan steðginum B68 framum. Ein av mongu ungu Víkinga spælarunum, Hans Jákup Lervig, javnaði til 1-1, tá ið tað restaði eitt korter.

 

Víkingur-B68 1-1 (0-1)

0-1: Oddur Højgaard 44.

1-1: Hans Jákup Lervig 76.

 

HB-AB 0-1 (0-1)

0-1: Beinir Henriksen 24.

 

B36-Giza Hoyvík 3-3 (1-2)

0-1: Ahmed Keita 9.

0-2: Evrard Blé 12.

1-2: Jákup á Borg 38.

2-2: Ragnar Samuelsen 76.

2-3: Ahmed Keita 87.

3-3: John Petersen 93.

 

Fríggjadagin 25. august

ÍF-KÍ kl. 18.30

Sunnudagin 27. august

NSÍ-TB/FCS/Royn kl. 15.00

 

Støðan

AB 46

B68 39

KÍ 36

NSÍ 33

Víkingur 32

HB 26

Giza Hoyvík 22

B36 21

TB/FCS/Royn 20

ÍF 0

KÍ, NSÍ, TB/FCS/Royn og ÍF hava spælt 19 dystir, og hini liðini hava spælt 20 dystir