NSÍ boðar frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Óli Højgaard Olsen. Fyri uttan eitt hálvt ár í Víkingi, so hevur Óli Højgaard Olsen bara umboðað grannarnar B68. Tí kemur skiftið eitt sindur óvæntað.
NSÍ skrivar:
Óli Højgaard Olsen hevur í kvøld skriva undir sáttmála við NSÍ. Óli hevur leikt íalt 118 dystir í Betri deildini umframt fleiri dystir í 1 deild. Óli er ein royndur og dugnaligur leikari sum nú skiftur frá B68 til NSÍ. Samb faroesoccer hevur hann skotið 81 mál í heimligu kappingunum. Óli hevur sera góð fótbóltsevnir og máltev, og kunnu vit nú fegnast um at Óli Højgaard Olsen kemur at leika í tí gulu blusini í 2019.
NSÍ hevur í ár fingið tilgongd av spælarum sum Oddi Højgaard, Búa Egilsson og norska Peder Nersveen. Nýggjur venjari í felagnum er Guðjón Þórðarson.