B68 ari er seldur til Viktoria Berlin

Betri deildin menn: B68 hevur selt Aidan Liu til týska FC Viktoria 1889 Berlin

Sum In.fo skrivaði 21. juli, so er Aidan Liu seldur til týskan fótbólt. Nú hevur 4. deildarfelagið, FC Viktoria 1889 Berlin, kunngjørt keypið av Aidan Liu, sum hevur spælt við B68 seinastu tvey árini. Tað fyriliggur ikki hvussu nógv miðverjin er seldur fyri.

 

Við hesum hevur B68 mist tríggjar týðandi spælarar í summar. Fyrst gavst Boubacar Dabo, sum hóast eitt misjavnt kappingarár, hevur verið ein lyklaspælari í framrættaða spælinum. Síðani bleiv Jónas Warner útleigaður til barndómsfelagið B71. Hann hevur spælt í næstan øllum dystunum í ár.

 

Nú er kanska besti spælarin hjá B68 í hesum kappingarárinum seldur. Pengarnir koma óiva væl við, men flytingarvindeygað í Føroyum er latið aftur. Tí kann B68 ikki fáa spælarar inn.

 

- Vit vildu sjálvandi gjarna havt onkrar spælarar inn, tí vit trúgva upp á hetta projektið. Vit hava ein góðan møguleika at koma í steypafinaluna og vit trúgva eisini upp á, at vit klára at venda gongdini í landskappingini, segði Jákup á Borg, venjari hjá B68, 21. juli.

 

Sitandi formaðurin, Ian D. Jacobsen, hevur boðað frá, at hann leggur frá sær til komandi aðalfund, sum verður eftir summarsteðgin. Rokniskapurin hjá B68 sigur, at felagið er spent fíggjarliga. Ongin spælari er komin í staðin fyri teir tríggjar, sum eru farnir.

 

B68 hevur 11 stig á 9. plássi í landskappingini og hevur annað beinið í steypafinaluni, eftir at hava vunnið 3-0 á EB/Streymi á Eiði í fyrru hálvfinaluni.