B68 aftur í fremstu røð

Hóast tað resta fimm umfør av hesum kappingarárinum, so hevur B68 longu í dag tryggjað sær luttøku í Formula deildini næsta kappingarár.

B68, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini, hevur síðani kappingarbyrjan verið oddalið. Í dag vitjaði TB á Svangaskarði, og fyri at tryggja sær uppflyting var setningurin hjá toftamonnum í hvussu so er at vinna eitt stig, og tað eydnaðist.

Úrslitið var málleysur javnleikur ella sama úrslit, sum tá ið TB fyrr í summar var á Svangaskarði.

Talan var um tætta uppgerð, sum leikliga var eitt sindur darvað av fríska høgættarlotinum. Í 2. hálvleiki var spælið betri skipað, enn tað hevði verið. Báðir partar høvdu málmøguleikar, men hvørgun partinum eydnaðist at skjóta mál.