B68-07 Vestur

Vindurin darvar á Svangaskarði, har heimaliðið hevur verið omaná. Tríggjar minuttir undan steðginum skoraði Óli Olsen upp á brotsspark. Dómarin peikaði á blettin, eftir at Remi Langgaard varð feldur.

07 Vestur hevur lúrt eftir møguleikum upp á kontra, men tað hevur ikki eydnast at spælt seg til upplagdar møguleikar.

 

60 min

2-0

Nenad Stankovic skorar eftir fínt álop, har Jóan Símun Edmundsson og Keita eru í uppspælinum.

 

80 min

3-0

Eingin ivi er um, at toftamenn fara at vinna. Jóhan Petur Poulsen hevur økt um leiðsluna, sum nú er 3-0 ímóti longu niðurflutta 07 Vestur.

 

Í 2. hálvleiki var talan um einvegis ferðslu ímóti málinum hjá 07 Vestur, sum ongantíð var vandamikið frammanfyri málinum hjá Vlada Filipovic.

 

Liðugt!