Amerikonsk bumbuflogfør av slagnum B52 venja nú álop á mál í Norðurkorea. Hetta verður gjørt í sambandi við eina hernaðarvenjing, sum Suðurkorea og USA hava í hesum døgum. Tíðindini eru frá embætismonnum í verjumálaráðnum Pentagon.
B52-flogførini, sum eru brúkt til venjingina, koma frá einari flogstøð á kyrrahavsoynni Guam, har amerikanska flogvápnið hevur havt B52-flogfør síðani 2004.
Sambært amerikonsku fjølmiðlunum fara B52-bumbuflogførini at endurtaka venjingina í dag.
Talsmaðurin hjá Pentagon, George Little, sigur við amerikanskar fjølmiðlar, at tað er einki loyndarmál, at venjingin er ætlað sum eini greið boð um, at USA styðjar Suðurkorea.










