Í kvøld hittast tey bæði feløgini, sum í hesi øldini hava vunnið flest FM heiti. HB hevur síðani aldarskifti verið meistari níggju ferðir, og B36 hevur síðani aldarskiftið vunnið FM fimm ferðir.
Tað verður á ovara vølli í Gundadali, at grannarnir bresta saman. HB og B36 venja á vøllinum, og í kvøld er tað HB, sum er vertur, og B36 er gestur. Fyrsta bríksl verður klokkan 20, og í báðum felagshúsunum verður tað undan dystarbyrjan gjørt nógv burturúr.
Tølini siga, at meiri enn annarhvør dystur endar javnur, tá ið grannarnir í Gundadali dystast. Síðani 2012 hava tey spælt 30 landskappingardystir, og 16 ferðir hevur eingin vinnari verið. HB hevur vunnið triðju hvørja ferð ella 10 dystir, og B36 hevur vunnið fýra ferðir. Seinasti B36 sigurin var í 2019. Í fjør vann HB ein dyst 4-2, meðan hinir báðir endaðu javnir.
Hjá HB er tað greitt, at Tróndur Jensen fer ikki at vera á vøllinum aftur í ár. Í vikuni varð staðfest, at krossbandið er slitið. Bartal Wardum er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið darvaður av skaða í hælsinuni. Nýggjur í HB hópinum er U-21 landsliðsspælarin, sum HB hevur leigað úr Middelfart.
Hjá B36 er Martin Agnarsson tøkur aftur, eftir at hann síðst var burturstaddur. Miðverjin Lukas S. Enevoldsen er vøddaskaddur í lærkrikanum, og tað er ivasamt, um miðverjin Bjarni Petersen er førur fyri at spæla. Hann hevur verið darvaður av skaða í lærkrikanum.
HB – B36: Dagfinn Forná kl. 20.00.











