Eftir at hava verið á markinum til heilt at verða varpað úr kappingini um oddasessin fótaði B36 sær síðsta sunnudag. 3-0 sigurin á heimavølli ímóti oddaliðnum Víkingi var sannførandi. Hann bar boð um rættan hugburð og hugflogsríka spælið vísti, at sjálvsálitið ikki er burtur.
Hesa ferð er setningurin NSÍ í Runavík. Tølini siga, at tað plagar at vera torført hjá B36 í Runavík. Í fjør vóru tríggir sigrar á NSÍ gott íkast á leiðini ímóti meistaraheitinum. Annars hevur tað ikki síðani 2004 árstalsfelagnum at fara úr Runavík við fullari úrtøku.
Ímóti Víkingi vóru tríggir B36 spælarar leikbannaðir. Nú eru Meinhardt Joensen, Klæmint Matras og Símun Hansen tøkir aftur.
Støðutalvan sigur, at tað ikki er so væl statt hjá NSÍ. Fimm tær seinastu ferðirnar hevur tað ikki eydnast at vinna úrtøku, og tvær tær seinsatu ferðirnar hevur tað ikki eydnast at skjóta mál. Tí eru teir gulu og svørtu á niðurflytingarplássi. Frástøðuna til plássið omanfyri strikuna er fimm stig.
Veteranurin í miðverjuni Helgi L. Petersen hevur orsaka av skaða verið uttanfyri tær seinastu ferðirnar. Miðvallarin Jann Martin Mortensen var burturstaddur seinast.
NSÍ-B36: Alex Troleis í dag klokkan 15.00