Toppdysturin í dag verður í Gundadali, har KÍ verður gestur hjá B36. Síðstu tjúgu árini – síðani 1998 – hava liðini dystast 50 ferð í landskappingini, og B36 hevur vunnið 25 ferð, meðan KÍ hevur vunnið ellivu ferð. Málmunurin er 89-57 til fyrimunar fyri B36.
Hóast samlaðu hagtølini eru greitt til fyrimunar fyri B36, so hava klaksvíkingar síðstu árini staðið seg væl í Gundadali, har B36 ikki hevur vunnið síðani 21. juni 2015. Síðani tá er ein dystur endaður við javnleiki, meðan KÍ hevur vunnið tvær ferð.
KÍ hevur framvegis ikki tap í landskappingini. Í steypakappingini settu Suðringar klaksvíkingar uppá pláss mikudagin. Eftir at tað var sera sannførandi tvær tær fyrstu ferðirnar – sigrar í Gundadali ímóti HB og í Runavík ímóti NSÍ – hevur tað gingið meiri striltið hjá KÍ, sum hevur spælt ímóti fimm teimum niðastu á talvuni og vunnið fýra ferð og spælt javnt ímóti Skála.
Undan stóru avbjóðingini seinnapartin er greitt, at skaðar framvegis arga: Hákun Edmundsson, Ísak Simonsen og Kristoffur Jakobsen eru ikki tøkir. Í gjárkvøldið spældu unglingaspælarin Jonn Johannesen og veteranurin Hjalgrím Elttør hvør sín hálvleik á næstbesta liðnum.
Í B36 verður gjørt burturúr í dag, nú fyrrverandi ítróttarskrivarin í Miðlahúsinum Jákup Mørk leggur nýggja bók fram um barndómsfelagið.
B36 liðið er nógv plágað av skaðum: Róaldur Jakobsen, sum ofta hevur átt avgerandi lut júst ímóti KÍ, er langtíðarskaddur, Jónas þór Næs og Christian R. Mouritsen eru ikki tøkir, og so er tað ivasamt, um Eli Falkvard Nielsen verður førur fyri at spæla.
Tríggjar tær síðstu ferðirnar hevur B36 vunnið fulla úrtøku ímóti liðum úr niðaru hálvu. At tað eru seks stig fram til KÍ kemst av tapunum á Eiði og í Gøtu fyrr í vár.
Lukasz Cieslewicz hevur verið fleiri ferðir á beinkinum, men tað er góður møguleiki fyri, at hann í dag verður millum teir fyrstu ellivu. Venjarin segði seg vera væl nøgdan við leiklutin hjá Lukasz Cieslewicz, tá ið hann varð skiftur inn og spældi ein hálvan tíma ímóti AB.