B36 vil hava liðskiparan hjá TB

Á Tvøroyri stríðast tey við at halda upp á liðskiparan og gera klárt til árliga basarin

Dagarnir fækkast til árligi basarurin hjá Tvøroyrar Bóltfelag skal haldast. Tvøroyrar Bóltfelag hevur í mong ár skipa fyri einum basari. Sambært fyriskiparunum hevur hetta verið eitt gott tiltak, ið fyriskiparnir vóna aftur í ár fer at eydnast væl.

 

Men tað eru eisini onnur tiltøk í verk. Í Rógva Joensen hevur TB ein spælara, sum fleiri feløg kundu ynskt sær. Sum skilst, so er B36 eitt av feløgunum, sum kundi hugsað sær at fingið Rógva Joensen í hópin.

 

EB/Streymur og AB eru eisini tvey feløg, ið kunnu hugsast at hava áhuga fyri liðskiparanum hjá TB. AB hevur ikki fingið avloysarar fyri spælararnar, ið gevast, meðan EB/Streymur skal hava styrk á miðvøllinum, nú tað tykist fyri vist, at Pætur Dam Jacobsen endar á Skála.

 

Av Tvøroyri verður tó sagt, at Rógvi Joensen er sinnaður at halda fram í TB. Tað verður nú arbeitt upp á, at finna eina loysn, sum ger at U21 landsliðsmiðvallarin heldur fram í aldursforsetanum í Føroyum.

 

Basarurin í ár verður hildin í Ítróttarhøllini í Trongisvági sunnudagin 3. november klokkan 16:00.