B36 vil hava Djordjevic

Filip Djordjevic stendur ovarlaga á ynskilistanum hjá B36 til komandi kappingarár

Leygardagin endar landskappingin í føroyskum fótbólti, og tí ganga ein rúgva av leysasøgum um skiftingar til komandi kappingarár beint nú.

 

Ein søga sum hevur ljóða leingi, er tann, at B36 hevur sent fyrispurning til Víking um at keypa álopssinnaða profilin, Filip Djordjevic, afturat hópinum til komandi ár, har hann helst er hugsaður til at spæla á øðrum av kantunum hjá B36.

 

Filip Djordjevic, sum hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við Víking, hevur onga viðmerking til søguna.

 

-       Eg havi onga viðmerking til tað, tí eg havi eitt ár eftir av sáttmálanum við Víking, sigur Filip Djordjevic í stuttari viðmerking við in.fo.

 

Tað er nærliggjandi at hugsa at søgan helst er sannlík at B36 vil hava fatur á Djordjevic, men tað er meira ivasamt, um Víkingur er sinnað at sleppa av við serbiska profilin, sum í ár hevur skotið 10 mál í Effo-deildini fyri Víking.