B36 vil hava Arnbjørn og Hans Paula

Tíðindin hava eisini fingið HB at rakna við

Helst tann størsta flytingarsøgan, sum er í umfar í løtuni er, at B36 vil hava Hans Paula Samuelsen og Arnbjørn Hansen frá EB/Streymi. Báðir hava fyrr verið í samráðinum við onnur feløg. Hans Pauli var um reppið at enda í KÍ til hetta kappingarárið, meðan Arnbjørn Hansen upp til fleiri ferðir hevur verið á veg til HB.

 

Les eisini: Kristin R. Mouritsen gevst í HB

 

Tað er eitt sindur ógreitt hvat hendir í EB/Streymi í løtuni. Tað er øllum greitt, at felagið á vøllinum ikki klárar at standa mát við undan farnu árini. Teir eru ikki longur fastir táttur í oddinum í landskappingini og í steypafinaluni. Tað ljóðar eisin, at fíggjarliga grundarlagið ikki er tað sama, sum tað hevur verið.

 

Les eisini: Hallur Hansson takkaði nei til danskan fótbólt

 

Tað sá annars út til, at felagið undan hesum kappingarárinum var á veg aftur á toppinum. Inn komu spælarar sum Pól Jóhannus Justinussen og Høgni Madsen, men tað bleiv ongantíð til nakað meiri enn tað. Pól Jóhannus fór aftur til NSÍ í summar, meðan avtalan við Høgna Madsen ikki verður longd.

 

Í Sosialinum mánadagin stendur, at keldir hjá blaðnum vilja vera við, at B36 gjarna vil hava avtalurnar upp á pláss sum skjótast. Nú ljóðar, at HB eisini hevur lagt bilett inn. Fyrr í kvøld skrivaði in.fo at millum annað Kristin R. Mouritsen ikki heldur fram í HB.

 

Flytingarvindeygað í Føroyum er langt síðani latið aftur, so talan er um avtalur fyri komandi ár. Bæði Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen er sáttmálaleysir, tá kappingarárið í ár er komið at enda.