B36 við app til fartelefon

Tað er ikki bara á stigatalvuni, at B36 er fremst

Árstalsfelagið, sum í løtuni liggur fremst í Effo-deildini, kemur nú við eini app til fartelefonir. Á heimasíðuni hjá B36 verður skrivað, at talan er um fyrsta felagið í Føroyum, sum kemur við slíkum hentleikum.

 

Á appini ber millum annað fylgja gongdini hjá besta liðnum hjá B36 og fáa tíðindi frá felagnum. Talan er um fyrstu versiónina av appinim sym er ókeypis. Hon er til bæði Apple iOS og Android.

 

B36 hevur higartil havt eitt framúr kappingarár á vøllinum, tí liðið liggur fremst í landskappingini.