B36 venjarin er lættur og fegin

TB avrikið var væl betri í kvøld, enn tað var í Streymnesi, men heimaliðið við Stórá megnaði einki at gera við B36

Í Øravík fegnast tey í B36 leguni um 3-1 sigurin við Stórá í Trongisvági íkvøld.

Áðrenn teir tørna inn og tíðliga í morgin klokkan seks fara av Drelnesi og norður, eru hugsanirnar vendar ímóti 2. hvítusunnudegi, tá ið tað verður grannauppgerð í Gundadali ímóti HB. Áðrenn teir í HB hava møguleika at hugsa um grannauppgerðina, skulu teir seinnapartin í morgin spæla í Gundadali ímóti Víkingi.

Hálvleiksstøðan var 2-1. B36 var frammanfyri 1-0 við máli, sum Michal Przybylski skoraði beinanvegin eftir langt innkast. Poul Ingason, sum í kvøld var fremsti maður hjá TB, javnaði, tá ið lítil hálvur tími var farin. John Villi Wøldike Leo átti uppleggið.

Sonni Ragnar Nattestad legði tríggjar minuttir undan steðginum B36 framum 2-1. Aftur var tað eftir langt innkast og eitt sindur av aftur og fram. Beinanvegin eftir steðgin økti Meinhard E. Olsen um munin til 3-1 eftir framlegging í vinstru, har Meinhard rann frá verjuni.

Í seinna hálvleiki var munurin størri á liðunum, enn hann var í fyrra hálvleiki. B36 hevði fleiri góðar møguleikar, men Meinhardt P. Joensen í TB málinum bjargaði fleiri ferðir, tá ið mótstøðumenninir vóru í góðum støðum.

B36 venjarin Jákup á Borg er væl nøgdur við úrslitið:

-At vinna í Trongisvági kennist vera søtur sigur. Vit vóru frammanfyri eftir fyrra hálvleik, og tá vóru vit hepnir. TB spælararnir runnu meiri enn vit í fyrra hálvleiki, og teir spældu betri fótbólt í fyrra hálvleiki, enn vit gjørdu. Í steðginum varð tosað við stórum bókstavum, og eftir steðgin høvdu vit væl betri tak á tí og kundu havt skorað fleiri enn eitt mál. Men vit eru nøgdir, og hugaligt er tað at staðfesta, at ungi málverjin, Mattias Lamhauge, stóð seg væl, nú Símun Rógvi Hansen var skaddur, sigur Jákup á Borg.

TB venjarin Michael Winter hevði broytt liðið og uppstilling. Poul Ingason var fremsti maður, og tríggir útlendingar, sum vóru á vøllinum í 2-0 tapinum í Streymnesi leygarkvøldið, vóru á beinkinum í kvøld. Teir vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki.

TB bíðar framvegis eftir fyrsta stiginum. 2. hvítusunnudag skal TB spæla á útivølli ímóti Víkingi. 

 

TB - B36 1-3 (1-2)

0-1: Michal Przybylski 7.

1-1: Poul Ingason 21.

1-2: Sonni Ragnar Nattestad 28.

1-3: Meinhard E. Olsen 49.

Dómari: Alex Troleis

TB: Meinhardt P. Joensen – Jens Erik Bruhn, Rasmur Møller, Ndende Adama Guéye, Sebastian Kroner – John Villi Wøldike Leo, Dánjal Godtfred – Eirikur M. Ellendersen (Musah Armah, 46.), Rógvi Joensen, Einar Thorsteinsson (Mads Raben, 55.) – Poul Ingason­­­ (Samudeen Musah, 79.)  

 

Gult kort: Eirikur M. Ellendersen, Samudeen Musah 

Venjari: Michael Winter

B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen (Magnus Holm Jacobsen, 76.), Erlendur Magnusson, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Michal Przybylski, Stefan Radosavljevic (Ragnar Samuelsen, 65.) – Árni Frederiksberg, Sebastian Pingel (Brian Jakobsen, 71.), Meinhard E. Olsen

Gult kort: Stefan Radosavljevic

Venjari: Jákup á Borg