B36 vendi dystinum

Eftir at sumbingar vóru frammanfyri við steðgin, vendi B36 dystinum á høvdið við tveimum málum. B36 er nú aftur oddalið, meðan sumbingar fáa torført við at vinna sæti í bestu deildini


 

B36 ? Sumba 2-1 (0-1)

2. deild


B36 vann landskappingardystin á niðurflytarunum úr Sumba leygardagin. Sigurin var sum heild uppiborin, tá hugt verður eftir reinum málmøguleikum, tí heimaliðið hevði fleiri av tí slagnum.

Við tveimum sigrum á rað er B36 við aftur í oddastríðnum, har trý lið nú liggja lið um lið. Sumbingar eru hinvegin fýra stig frá oddasessinum, og tað verður torført hjá teimum at endurvinna plássið í bestu deildini, nú teir hava tapt tveir teir seinastu dystirnar.


Sumba betri byrjan

Tað vóru annars sumbingar, ið vóru skjótari úr startblokkinum. Tað fyrsta álopið í dystinum endaði við máli til Sumba. B36 verjan beinir bóltin úr verjuni niðan á miðjuna, har sumbingar vinna bóltin. Teir gera skjótt av, og Nebojsa Veljkovic verður spældur leysur. Hann sendir framvið málverjanum fyrstu ferð. Bara heilt fáir minuttir eru spældir, og Sumba er frammanfyri. Stór frøi var á teimum sumbingum, ið høvdu leitað sær til Havnar.

B36 verjan var ikki rættiliga raknað við, tá málið varð skotið, og tað kom heimaliðnum dátt við.

Sumba hevði takið á dystinum fyrstu minuttirnar, men síðani menti heimaliðið seg. Sum hálvleikurin leið var tað alt meira B36, ið stýrdi hendingunum á vøllinum. B36 spældi seg eisini fram til nakrar stórar málmøguleikar, men hesir vórðu misnýttir.


Dysturin vendir

Eftir steðgin helt B36 fram við at trýsta sumbingar aftur á vøllin. Sumbingar stóðu tó stinnir, og B36 hevði torført við bróta ígjøgnum verjuna.

Miðskeiðis í hálvleikinum eydnaðist at fáa útjavnandi málið. Heini í Skorini fekk eina sending úr verjuni frá Finn Mørk. Framherjin er staddur beint uttanfyri brotsteigin í vinstra borði, og hann dregur síðani tvørturum, framvið fleiri verjuleikarum hjá Sumba og setir bóltin í netið.

Hetta gav B36 blóð á tonna, og teir hildu fram við at trýsta. Stutt eftir fyrra málið skýtur Øssur Jacobsen vinnandi málið. Eftir hornaspark fær hann fatur á einum bólti beint uttanfyri málteigin. Hann snýtur verjuna og trillar róliga bóltin í netið.

Hetta var avgerandi málið, og B36 megnaði at halda fast um øll trý stigini, og tað setir havnarliðið í eina góða støðu á stigatalvuni.

Sumba gjørdi tó ein vørr móti endanum av dystinum, sum kundi givið mál. Í tíðini, sum dómarin hevur lagt afturat, fær Sumba hornaspark. Bólturin verður beindur útfrá, har Jan Poulsen fær fatur á honum. Jan ger seg til at skjóta, men snýtir ístaðin B36-spælarar, sum storma út ímóti. Jan dettur í vøllin, og sumbingar vilja hava brotsspark, men dómarin letur ikki við seg koma og bríkslar ístaðin dystin av.


B36 ? Sumba 2-1 (0-1)

0-1: Nebojsa Veljkovic

1-1: Heini í Skorini

2-1: Øssur Jacobsen