Men tað stóð á, at fáa øll stigini við sær aftur, eftir at EB/Streymur hevði lagt seg fram um 2-0 í fyrra hálvleiki, og samanumtikið var betra liðið fyrra partin av dystinum.
Men góða venjingarstøðan, sum B36?arnir eru í, kom til sjóndar í seinna hálvleiki, tá gestirnir tóku yvir og skoraðu fýra ferðir. Nógvir av 2. deildarspælarunum hjá B36 venja eins nógv og teir á 1. liði, og unglingaspælararnir eru eisini væl fyri.
EB/Streymur kom annars á odda, tá Kaj Joensen skoraði eftir innlegg frá Tummasi Joensen.. Tummas gjørdi tað sjálvur til 2-0 nakað seinni. Hann stútaði eitt innlegg úr høgru síðu hegnisliga í málið.
EB/Streymur hevði nógv spæl og aðrar naskar royndir. Teir raktu træverkið og tað hevði einki verið forgjørt í tí, at teir komu longur fram um.
B36 kom afturíaftur við brotssparki, sum vertirnir hildu vera meiri enn ivasamt, og eftir steðgin tók B36 fullkomiliga yvir. Fróði Clementsen, Sonni í Innistovu og Jákup Lamhauge skoraðu mál til 4-2 til B36.
Í seinasta minutti av dystinum minkaði Jógvan Sólsker til 3-4, eftir fríspark inni í B36-brotsteiginum.
Tað gjørdist endaliga úrslitið av dystinum, og við sigrinum helt B36 fast um silvurmerkini í deildini, meðan EB/Streymur framvegis liggur niðri móti niðurflytingarstrikuni.
(ek)