Í gjárkvøldið var fult umfar í kvinnukappingini í fótbólti. Í Gundadali var grannauppgerð. HB vann á grækarismessu 3-0 á B36, men í gjárkvøldið var vent í holini, tí tá var tað B36, sum vann. Úrslitið var 3-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-1.
Tað var stórur spenningur í, inntil tað restaðu tíggju minuttir. Tá økti B36 til 3-1 við framúr máli. 16 ára gamla Emma Hansdóttir sneiddi framvið einum verjuspælara, áðrenn hon við uttarusíðuni á fótinum so at siga sletti bóltin upp um málverjan.
Úrslitið ber við sær, at bæði liðini í Gundadali hava seks stig – HB fyri fýra dystir og B36 fyri tríggjar dystir.
Toppliðið KÍ vann í fyrsta umfari 6-1 á heimavølli ímóti ÍF/Víkingi. Í gjárkvøldið vitjaði margfalda meistaraliðið í Sarpugerði, og tá var heldur einki at rafla um, hóast støðan ikki var meiri enn 2-0, inntil tað restaði eitt korter. Gestirnir fóru undir aftur fjørðin við 6-0 sigri. Rannvá B. Andreasen og Liljan Jacobsen løgdu KÍ framum 2-0 undan steðginum, og síðsta korterið skoraðu Maria Klakstein Thomsen, Sigrid Jacobsen, Rannvá B. Andreasen og innskifta Hervør Olsen.
KÍ hevur fult stigatal eftir fýra dystir, og ÍF/Víkingur, sum eisini hevur spælt fýra dystir, bíðar framvegis eftir fyrsta stiginum.
Á Svangaskarði vann EBS/Skála 5-1. Landsliðssælarar skoraðu øll málini hjá EBS/Skála. Í fyrra hálvleiki vóru tað Ansy Sevdal og Birna Johannesen, og innanfyri sjey minuttir miðskeiðis í seinna hálvleiki Heidi Sevdal, Margunn Lindholm og aftur Heidi Sevdal. Tá ið tað restaðu sjey minuttir pyntaði Laila Pætursdóttir um fyri heimaliðið.
KÍ er topplið við fólv stigum, EBS/Skála hevur níggju stig, B36 og HB hava seks stig, B68 hevur trý stig, og ÍF/Víkingur hevur einki stig.