B36 vann trivaligan heimasigur

1. DEILD: Meðan næstbesta liðið hjá B36 væl og virðiliga hevur tryggjað sær sessin í næstbestu deildini, og hevur næstbesta liðið hjá EB/Streymi kós ímóti niðurflyting

Næstbesta liðið hjá B36 vann í dag 3-0 í Gundadali ímóti næstbesta liðnum hjá EB/Streymi. Hálvleiksstøðan var 2-0.

 

Málini í fyrra hálvleiki skoraðu Jógvan Kárason Gullfoss, tá ið eitt korter var farið og William Wilkinson, tá ið ein hálvur tími var farin. Hetta var fyrsta málið hjá 19 ára gamla Jógvani K. Gullfoss í næstbestu deildini í ár, og hetta var fyrsta málið yvirhøvur í næstbestu deildini hjá 19 ára gamla William Wilkinson.

 

Tá ið ein tími var farin, økti Rói Wilhelm Fossabrúgv um munin til 3-0. Hetta var tveir minuttir eftir, at hann varð skiftur inn á B36 liðið. Eisini hjá 19 ára gamla Róa W. Fossabrúgv var hetta fyrstu ferð í ár, at hann var málskjútti á næstbesta liðnum hjá B36.

 

Øssur Hansen og hansara menn í B36 eru á fimta plássi við 27 stigum, og EB/Streymur er aftast við 6 stigum. Tað eru 13 stig hjá EB/Streymi fram til áttanda plássi, og tí er tað bara talan um tíð, áðrenn tað verður staðfest, at EB/Streymur fer at flyta niður aftur. Í fjør flutti liðið upp í næstbestu deildina.

 

Fríggjadagin verður B36 gestur á Skála, og hósdagin fær EB/Streymur vitjan av HB.