B36 vann triðju grannauppgerðina í ár

B36 er framvegis besta boðið uppá ein kappingarneyta hjá KÍ, um meistaraheitið í ár.

Fyri triðju ferð í ár brustu kvinnuliðini hjá HB og B36 saman, og hava tær svørt-hvítu úr B36 vunnið allar tríggjar dystirnar. Dysturin sunnudagin endaði 2-1 til B36, eftir 1-1 í hálvleikinum. Eftir úrslitunum í ár at døma, so var B36 eisini favorittur undan dystnum, og tað rolluna livdu tær eisini upp til.

Uppiborin sigur
Úr Gundadali verður sagt, at sigurin hjá B36 var uppiborin, tí tær høvdu leikliga yvirvág í bæði fyrra- og seinna hálvleiki. B36- kvinnurnar høvdu eisini flestu royndirnar á málið.

Tað vóru ikki farnir meir enn fimm minuttir av dystinum, so hevði Ása á Neystabø lagt B36 framum. Hon fekk eina góða sendinga frá miðvøllinum, og gjørdist leys við HB-málverjanum.

B36 hevði eisini møguleikar í fyrra hálvleiki at økja um leiðsluna, men kortini var tað HB-kvinnurnar, sum svaraðu aftur. Malan á Dunga roynir seg við skotið, sum B36-málverjin ikk fær hildið, og tá er Eyðfríð Kristiansen fyrst á bóltinum, og so stóð 1-1.

1-1 varð eisini hálvleiksstøðan í Gundadali.

B36 helt á í seinna hálvleiki, at hava leikliga yvirvág, meðan HB einamest dúgaði á mótálop. Báðir partar høvdu eisini sína møguleikar í seinna hálvleiki, men tað bert eittans mál í seinna hálvleiki. Tað kom við brotssparkið, sum Arnbjørg Danielsen setti í netið,tá góður tími var farin av dystinum.

Samanumtikið var sigurin uppiborin hjá B36, og tær kunnu fegnast um, at enn hava grannarnir úr sunnan ikki megnað at tikið frá B36 í landskappingini í ár.

B36 roynir at fylgja KÍ
Sum landskappingin í kvinnudeildini hevur myndað seg í ár, so verður tað helst B36-kvinnurnar, sum fara at royna at geva KÍ kapping um meistararheitið, tí hini feløgini tykast í løtuni ikki at megna at fylgja báðum oddaliðum

Tó skal leggjast afturat, at B36 eisini hevur torført við at fylgja við KÍ-kvinnunum, men kortini eru tær besta boðið á ein kappingarneyta hjá klaksvíkskvinnum.

Dysturin í tølum:
HB-B36 1-2 (1-1)
0-1 Ása á Neystabø
1-1 Eyðfríð Kristiansen
1-2 Arnbjørg Danielsen br.
.