Fyri løtu síðani vann B36 tepran 2-1 á KÍ, og heldur sostatt fast um eina leiðslu uppá sjey stig. B36 hevur nú 40 stig fyri 16 dystir, meðan HB hevur 33 stig fyri 16 dystir.
Tað vóru tvey skjót mál hjá Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal í 66. og 67. minutti, sum tryggjaðu B36 sigurin.
Í 88. minutti minkaði Hjalgrím Elttør um munin við einum frísparksmáli.
TRÝST á PÍLIN yvir MYNDINI, og hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge á Rás2, har hann sigur frá teimum trimum málunum. Viðmerkjari varð André Olsen.