B36 vann og heldur fram í Europa

Hóast trýstið síðstu løtuna var stórt, so eydnaðist tað árstalvsfelagnum at varðveita leiðsluna, sum varð vunnin í fyrra hálvleiki

Seinni í kvøld fer B36 ferðalagið við leiguflogfarinum hjá Atlantsflog úr Gibraltar og við kós ímóti Vágum. Flogafarið hevur staðið har suðuri síðani mánadagin, tá ið B36 ferðalagið lendi har suðuri.

Mánadagin var spenningurin stórur. Nú B36 ferðalagið fer umborð aftur í flogfarið, er lagið heilt gott.

Í viðførinum hevur B36 søtan 2-1 sigur ímóti St Joesph´s. Sigurin ber við sær, at føroyska liðið hevur tryggjað sær rætt at halda fram í Europa Liguni. Tað ber kærkomna peningarupphædd við sær, og fyri føroyskan fótbólt hevur hetta alstóran týdning, tí møguleikin fyri at eitt føroyst lið eyka skal fáa rætt at luttaka í Europa økist.

Síðstu løtuna stóð heilt nógv á. Heimaliðið pressaði, meðan B36 mest var í verjustøðu, nú teir vóru farnir at troyttast. Men heimamenninir vóru ikki nóg neyvir, tá ið teir vunnu seg til møguleikar.

-Her var nógvur indianarafótbóltur, so tað var stórur spenningur alla tíðina. Vit vóru greitt oman á í fyrra hálvleiki, meðan tað sum dysturin leið var meiri á okkara hálvu, at tað gekk fyri seg. Men spælararnir eiga rós fyri, at teir løgdu nógv fyri, og sigurin er øgiliga stórur fyri felagið og okkum øll, sigur B36 venjarin Jákup á Borg við Hera Simonsen á FM1.

Michal Przybylski legði B36 á odda í 28. minutti, tá ið hann eftir innlegg úr høgru frá Árna Frederiksberg og úr stuttari fjarstøðu støðu við handara stólpa setti bóltin í málið.

Bara tveir minuttir seinni javnaði heimaliðið. Bólturin varð lagdur fram í vinstru til Boro, sum rann frá ikki serliga sannførandi verjuni, áðrenn hann úr stuttari fjarstøðu setti bóltin framvið málverjanum og í handara síðunetið.

Tríggjar minuttir undan steðginum var Alex Mellemgaard púra kaldur í øllum hitanum, tá ið hann umsetti brotsspark til mál. Hann sendi málverjan út í borðið, og so lyfti hann bóltin mitt í tóma málið.

Dómarin bríkslaði fyri brotssparkið, tá ið hann eftir langt B36 innkast úr vinstru helt, at ein ella tveir av B36 spælarunum vórðu togaðir niður.

Tað man lítil ivi vera um, at B36 eigur betri spælarar og betri fótbóltslið enn vertirnir. Stóra avbjóðingin hjá B36 er at halda høvdið kalt og fult og heilt savna seg um uppgávuna uttan at hugsa um, hvussu nógv tað er, sum stendur upp á spæl.

 

St Joseph´s – B36 (1-2) kl. 16.30

0-1: Michal Przybylski 28.

1-1: Boro 30.

1-2: Alex Mellemgaard br 43.

B36: Rói Mørk Hentze – Bjarni Petersen (Benjamin Heinesen, 61.), Andreas H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard (Erling D. Jacobsen, 79.) – Magnus Holm Jacobsen (Stefan Radosavljevic, 85.), Eli Falkvard Nielsen – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel

Á beinkinum: Mathias Lamhauge, Hannes Agnarsson, Brian Jakobsen, Ragnar Samuelsen

Gult kort: Sonni Ragnar Nattestad, Bjarni Petersen, Sebastian Pingel, Rói Mørk Hentze

Venjari: Jákup á Borg