B36 vann á oddaliðnum

B36 vann á Víkingi í ólavsøkudystinum og togaði seg nærri toppinum

Víkingur mátti lúta fyri B36 í ólavsøkudystinum, men varðveitur oddasessin í Betrideildini.

B36 vann 2-1. Bæði málini hjá heimaliðnum komu eftir frísparkssinlegg – tað fyrra var sjálvmál hjá Víkingi, tað seinna skoraði Alex Mellemgaard. Málið hjá Víkingi skoraði Hanus Jacobsen.

Nú er ein dystur eftir at spæla í 16. umfari. Tað er dysturin millum KÍ og NSÍ. Hann er útsettur til september mánað orsakað av Europa Cup luttøku hjá KÍ.

Betrideildin, 16. umfar

HB-TB 3-0 (0-0)
1-0: Dan í Soylu, 53.
2-0: Adrian Justinussen, brts., 71.
3-0: Bartal Wardum, 86.

Skála-ÍF 2-1 (1-1)
1-0: Pætur Dam Jacobsen, 14.
1-1: Dávid Langgaard, 15.
2-1: Ronni Møller-Iversen, 85.

AB-EB/S 1-1 (1-0)
1-0: Lukas Giessing, 19.
1-1: Rógvi E. Nielsen, brts., 96.

B36-Víkingur 2-1 (1-1)
1-0: Sjálvmál, 41.
1-1: Hanus Jacobsen, 48.
2-1: Alex Mellemgaard, 78.

Betrideildin menn

1. Víkingur 16 dystir – 35 stig
2. B36 15 dystir – 34 stig
3. HB 16 dystir – 33 stig
4. NSÍ 14 dystir – 32 stig
5. KÍ 14 dystir – 32 stig
6. Skála 16 dystir – 21 stig
7. TB 16 dystir – 15 stig
8. EB/Streymur 16 dystir – 9 stig
9. ÍF 15 dystir – 5 stig
10. AB 16 dystir – 5 stig  

17. umfar
EB/Streymur-TB
Skála-AB
Víkingur-NSÍ
HB-B36
ÍF-KÍ