Einaráðandi kvinnuliðið úr KÍ mátti um vikuskiftið lúta fyri B36. Havnarfelagið vann 1-0 við máli frá Maluni á Dunga, og harvið eru tær nú nýtt oddalið í bestu kvinnudeildini. Aðra staðni kring landið spældu AB og NSÍ javnt 1-1, og somuleiðiðs endaði tað við javnleiki, tá EB/Streymur tók ímóti GÍ. Her gjørdist endaliga støðan 2-2.