Oddaliðið í kvinnukappingini, B36, spældi sunnudagin í Gøtu, og har fingu kvinnurnar úr Havn góða mótstøðu. Tá ið átta minuttir vóru eftir at spæla var støðan 1-1, men so eydnaðist tað B36 at skora sigursmálið og halda fast um oddastøðuna í deildini. AB og EB/Streymur spældu á Argjum, og hóast AB var á odda 2-0 í hálvleikinum, eydnaðist tað EB/Streymi at vinna 3-2. Hetta er fyrsti sigurin hjá EB/Streymi í kappingini í ár.