Í kapping við TB, VB og HB vunnu smápiltarnir hjá B36 sína kapping, tá finaluumfarið varð spælt í Havn leygardagin.
Talan var um eina sera spennandi kapping, har TB legði seg á odda, eftir at B36 tapti sín fyrsta dyst móti HB.
B36 vann tó dystin móti TB, og so máttu teir í árstalsfelagnum vóna, at HB eisini kundi arga tvøramenninar, meðan B36 skuldi vinna sín dyst móti VB.
Tað var júst eisini tað, sum hendi, og tá teir báðir seinastu dystirnir vórðu blástir av, mundi fagnaðurin í B36 leguni ongan enda tikið.