Finalan í steypakappingini hjá U15 gentum var millum B36 og KÍ.
Fleiri B36 leikarar spældu við U17 í gjárkvøldið, meðan KÍ var mest sum bert mannað við yngra árganginum. So B36 høvdu onkursvegna ein fyrimun.
Hetta sást eisini beinanvegin frá dystarbyrjan, tí fyrstu 20 minuttirnar sást eitt langt B36 trýst á KÍ málið. Men klaksvíksgenturnar fingu sparkað væl burtur, eins og málverjin bjargaði væl, tá ið tað eydnaðist B36 at koma til skot.
Trýstið var ov tungt hjá KÍ at sleppa nakað serligt í mótálop, men eftir 25 minuttum var tað nær við at eydnast, tó at skotið ikki rakti málið. Hetta var í roynd og veru hin størsti málmøguleikin í dystinum, og støðan tóktist at lyfta hugin hjá KÍ, ið nú vóru betur við í dystinum.
Men júst sum tað tóktist at ganga rættan veg hjá KÍ, fór B36 í álop tá ið 33 minuttir vóru leiktir. Eftir fleiri góðar spælingar endaði bólturin fyri fótinum á Lív Rúnudóttir, ið setti bóltin trygt í málið til 1-0. Dómarin bríkslaði til hálvleiks stutt eftir.
Dystarmyndin í seinna hálvleiki var hin sama. B36 legði trýst á, meðan KÍ ruddaði burtur. Eftir at 50 minuttir vóru leiktir eydnaðist tað aftur B36 at skora, tá ið eitt hornaspark endaði hjá Elsu Egholm, ið gjørdi støðuna til 2-0.
Tíðin gekk, lítil ivi var um at B36 fór at vinna dystin og seinastu seks minuttirnar av dystinum settu tær trífalt punktum.
Ester Ellingsgaard skoraði tvær ferðir innan tveir minuttir, meðan Lív Rúnadóttir setti bóltin í netið til endaligu støðuna 5-0 stutt fyri leiklok.
Jana Mittún var týðandi partur av uppspælinum til flestu málini, og hon var vald dagsins leikari áðrenn liðskiparin, Elsa Egholm, slapp at lyfta Eilif Arge steypið.
B36 - KÍ 5-0 (1-0)
1-0 Lív Rúnadóttir (33 min)
2-0 Elsa Egholm (50 min)
3-0 Ester Ellingsgaard (62 min)
4-0 Ester Ellingsgaard (64 min)
5-0 Lív Rúnadóttir (68 min)