B36 vann dystin millum tey kroystu liðini

B36 fekk luft, og NSÍ hevur nú tapt fýra dystir á rað

B36 og NSÍ hava í nógv ár verið fastur partur av toppinum í føroyskum fótbólti, men í ár hava úrslitini hjá liðunum verið misjøvn, og fyri dystin í dag lógu liðini lið um lið í niðaru hálvu av stigatalvuni við trimum stigum hvør fyri fýra dystir. Bæði liðini høvdu tapt tríggjar dystir á rað áðrenn dagsins dyst.

 

Spenningur var tí um, hvat av liðunum kundi fáa gongd á hjólini aftur, og tað varð B36, ið vann 2-0. Málini vóru bæði skotin í fyrra hálvleiki. Brian Jakobsen skoraði fyrsta málið í ár, tá ið hálvur tími var farin. Hetta var framúr gott avrik og skot úr spískum. Bjarki Nielsen økti til 2-0 sjey minuttir seinni, tá ið hann vann bóltin frá NSÍ verjuspælara og skoraði.

 

NSÍ legði trýst á B36 í seinna hálvleiki, og nógvar spentar støður vóru í brotsteignum hjá gestunum, men tað eydnaðist ikki runavíkingum at fáa mál. Seinasta partin av dystinum lætnaði NSÍ trýstið nakað, og tá koyrdi spælið meira aftur og fram við spentum støðum í báðum endum.

 

Hetta var triðja heimatap hjá NSÍ á rað, og í hesum trimum dystum hevur liðið ikki skorað mál. NSÍ hevur framvegis 3 stig, nú fyri 5 dystir, og liggur næstaftast í Betri deildini.

 

B36 hevur nú fingið 6 stig fyri 5 dystir og klatraði upp í miðjuna á stigatalvuni.

 

Skírisdag spæla NSÍ og B36 aftur í Runavík – tá verður tað í kappingini um Løgmanssteypið.