B36 vann dramatiska U17-finalu

B36 vann Blaðberasteypið, eftir dramatiskan dyst við reyðum korti, brotssparki og longdari leiktíð

Triðja steypafinalan í dag var hjá U17 dreingjum millum B36 og KÍ, eins og tær tvær undanfarnu.

 

At byrja við stýrdi KÍ spælinum, meðan B36 støðugt hótti við skjótum og beinraknum mótálopum, og var í roynd og veru vandamiklara liðið í fyrra hálvleiki.

KÍ fekk fyrsta stóra møguleikan, tá ið eitt gott skot sprakk á stongina og út. Stutt eftir fekkB36 sín fyrsta málmøguleika, ið heldur ikki fór í málið.

 

Eftir at 14 minuttir vóru leiktir kom tó hol á. Eitt fríspark endaði, eftir ein umveg, í málteiginum hjá KÍ, har Tórur Hentze Hardlei rakti bóltin sera væl við pannuni, og gjørdi støðuni til 1-0 til B36.

Málmøguleikarnir hildu fram at koma í báðum endum, har B36 framvegis dúvaðu upp á mótálopini, meðan KÍ skaptu stóran vanda eftir hornaspørk og innkøst.

 

Tá ið 26 minuttir vóru farnir broyttist dysturin fullkomliga, tí at tá fekk KÍ verjuleikarin, Martin Baldvinsson, reyða kortið, eftir at hann steðgaði einum opnum málmøguleika.

Men teir tíggju klaksvíkingarnir, ið vóru eftir, lótu ikki við seg koma. Í staðin fekk KÍ javnað til 1-1 eftir 31 minuttum. Hetta hendi eftir eitt hornaspark, ið B36 ikki fekk ruddað burtur, so at bólturin endaði hjá Ara Jacobsen, ið trygt skoraði.

 

Tað, ið eftir var av hálvleikinum javnaði dysturin seg nakað. KÍ setti ferðina niður og legði seg nakað aftur á vøllin, so at B36 ikki kundi brúka sína mótálop í eins stóran mun.

Men í seinna hálvleiki gjørdu klaksvíkingar ein rættiligan vørr, tá ið teir spældu seg til ein stóran møguleika beint sum hálvleikurin var byrjaður.

 

Tað var eyðsæð, at KÍ vildi spæla fótbólt hóast undirtalsstøðuna, og eftir fimm minuttum av seinna hálvleiki gav hetta úrslit, tá ið ein bóltur var sendur inn í málteigin hjá B36, og John Johannesen var grammast eftir bólturin og fluktaði hann í málið. 2-1 og dysturin var vendur á høvdið.

 

KÍ tóktist at hava tamarhald á dystinum, men aftur vóru teir óhepnir eftir at 66 minuttir vóru leiktir. Bólturin rakti av óvart hondina hjá einum KÍ leikara, og dómarin hevði ongan annan møguleika enn at døma brotsspark. Hetta sett Andrass Johansen í netið til 2-2.

 

Yvirhøvur tóktist KÍ at vera betra liðið í seinna hálvleiki, og móti endanum kom ein risastórur møguleiki at avgera dystin. Men fyrst rakti bólturin stongina, síðani sprakk hann út aftur til ein KÍ leikara, ið onkursvegna sendi bóltin omanfyri málið.

 

Tí skuldi dysturin avgerast í longdari leiktíð, og spurningurin var um teir tíggju KÍ leikararnir høvdu orkuna at spæla 20 minuttir longur.

Teir hildu B36 frá møguleikun til at tíggju minuttir vóru farnir. Tá fekk B36 eitt fríspark úti í vinstru síðu. Hóast vinkulin var nakað spískur, sendi Rani Berg í Soylu bóltin beinleiðis í málið umvegis yvirleggjaran.

 

Nú var støðan trupul hjá KÍ, ið mátti flyta seg fram aftur á vøllin. Hetta gav B36 høvi at spæla aftur við skjótum skiftum í mótálopunum, og eftir 92 minuttir slapp Kristian Krogh Hentze inn í málteigin, har hann var hildin, og brotsspark var dømt.

Hann sparkaði sjálvur og avgjørdi finaluna til 4-2 til B36.

 

Eftir dystin var miðvallarin hjá B36, Jonas Warner, valdur til dagsins leikara, og B36 leikararnir kundi fegnast um at hava vunnið Blaðberasteypið.

 

B36-KÍ 4-2 eftir longda leiktíð (1-1)

1-0 Tórur Hentze Hardlei (14 min)

1-1 Ari Jacobsen (31 min)

1-2 John Johannesen (45 min)

2-2 Andrass Johansen (br. 66 min)

3-2 Rani Berg í Soylu (90 min)

4-2 Kristian Krogh Hentze (br. 93 min)