B36 vann 3. deild

Við finalusigri móti FS Vágum 2004 tryggjaði B36 sær leygardag sigurin í 3. deild

Fótbóltur

Tað var annars FS V 04, sum kom á odda, tá Jón Gregersen í fyrra hálvleiki skoraði eftir frísparksstøðu. Rógvi Róin javnaði fyri B36 minuttin eftir, og stutt undan steðginum legði Magni á Lakjuni B36 framum.
Tann støðan helt sær til fram móti dystarenda, tá Djóni N. Joensen við einum sera góðum skoti avgjørdi dystin við málinum til 3-1.