Tað skuldi vera ein old-girls dystur millum AB og B36 á Ovastevnu, men av tí at AB ikki fekk mannað lið, gjørdist tað í staðin ein dystur millum tær yngru og tær eldru í B36.
Og tað gjørdist tað so heldur ikki, tí mett var, at tær yngru vóru so mikið betri enn tær eldru, at tað í staðin gjørdist eitt blandað lið millum B36-kvinnur.
Tí var tað ikki óvæntað, at B36 vann dystin. Men um tað sovóru tær yngru ella tær eldru, ið vunnu, er ilt at siga. Dystuin endaði í hvussu er 6-3, og soleiðis fullu málini:
0-1 Maibritt Johannesen
1-1 Oda Andreasen
2-1 Oda Andreasen
2-2 Súsanna Hansen
3-2 Súnfríð Simonsen
4-2 Oda Andreasen
4-3 Marjun Jógvansdóttir
5-3 Súnfríð Simonsen
6-3 Oda Andreasen
Og so kann til stuttleikar nevnast, at Súsanna Hansen er nólsoyingur.