B36-Víkingur og tvær FM-finalur á FM1 sunnudagin

FM1 sendir B36-Víkingur klokkan 14, Neistin-StÍF, SMS klokkan 17 og VÍF-H71 klokkan 19.30 sunnudagin

Í morgin verður ein stórur ítróttarfrásøgudagur á FM1 har sagt verður frá einum Betrideildardysti og báðum teimum fyrstu FM-finalunum í hondbólti.

Skráin er hendan:

Klokkan 13: Fótbóltspanelið við Tróndi Arge og Teiti Joensen (endursending)

Klokkan 14: Beinleiðis frásøgn av Tórsvølli: B36-Víkingur. Tróndur Arge er frásøgumaður og Teitur Joensen er viðmerkjari.

Klokkan 17: Beinleiðis frásøgn frá høllini á Hálsi: Neistin-StÍF, SMS. Sjúrður H. Hoydal er frásøgumaður og Teitur Joensen er viðmerkjari.

Klokkan 19.30: Beinleiðis frásøgn frá høllini í Vestmanna: VÍF-H71, Burn, ið Sjúrður H. Hoydal sigur frá. 

Dysturin í Vestmanna verður samsendur við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

Við høvið verður ringt til heimildarmenn, ið eru til hinar dystirnar í Betrideildini, og seinni út á dagin til venjarar og spælarar hvørs lið hava verið í leiki sunnudagin.

Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo gjøgnum dagin. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER