B36-Víkingur 2-1: Málini og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Árna Frederiksberg, ið átti lut í báðum málunum hjá B36 og Víkinga-venjaran, Sámal Erik Hentze seta orð á dystin

##med2##

B36 er bert eitt stig frá oddinum í Betrideildini aftaná týðandi 2-1 sigurin á Víkingi á ovara vølli í Gundadali í dýrdarveðrinum á ólavsøku. 

Í steðginum var støðan javnleikur 1-1. Tá 43 minuttir vóru farnir fekk Árni Frederiksberg sent eitt fríspark frá 30 metrum beinleiðis í málið. Fáar minuttir seinni javnaði Hanus Jacobsen fyri Víking. Sigursmálið hjá B36 skoraði Alex Mellemgaard í 74. minutti. Uppleggið átti Árni Frederiksberg við einum væl tiknum frísparki.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1 siga frá teimum trimum málunum. Heðin Askham var viðmerkjari.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Árni Frederiksberg, ið átti eitt mál og eitt upplegg hjá B36. Fyri Árna og liðfelagarnar hevði tað sera stóran týdning at kunna knógva Víkingi.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze. Bagge staðfestir eitt afturstig við tapinum í kvøld, men hann slær fast, at Vìkingur er har sum tað er stuttligt at verða, og hvør dystur framyvir hevur stóran týdning. 

NR.
1.Víkingur16 dystir112336:1935 stig
2.B36 15 dystir111325:1434 stig
3.HB 16 dystir103341:1733 stig
4.NSÍ14102236:1332
5.KÍ14102233:1132
6.Skála1670918:2021
7.TB 1643913:3115
8.EB/Streymur16231117:389
9.ÍF15121211:365
10.AB 16121315:465

      

(B36-Víkingur 2-1, málini og samrøður)