B36 ? Víkingur 1-3 (1-2)

12. min: Støðan er 1-1 í Gundadali. Zoltan Bukzegi legði gestirnar á odda, tá seks minuttir vóru leiktir. Tað var eftir frálíkt uppspæl í høgru. Men júst nú hevur Bergur Midjord javnað fyri B36.

30. min: Tað er undirhaldandi í Gundadali. Bæði liðini søkja at, og tað er líkt til, at seinasta málið í dystinum ikki er skotið.

43. min: Víkingur er nú aftur á odda í Gundadali. B36 hevur trýst seinastu løtuna, men Finnur Justinussen var á blettinum fyri gestirnar. Framherjin skuldi bara seta innaru síðuna á bóltin, tá Tróndur Vatnhamar, sum verjir B36-málið, hevði vart fyri skotroynd frá Súna Olsen.

HÁLVLEIKUR

70. min.: Gestirnir hugsa meira um verjupartin, og heimaliðið er á bóltinum í stórum løtum. B36 hevur tó lítið hugflog í framrættaða spælinum, og Geza Turi í málinum er ikki settur undir stórvegis trýst.

80. min.: Hans Jørgen Djurhuus er útvístur. Hann var ov seinur og rendi mótstøðumann um koll.

87. min.: Finnur Justinussen hevur økt til 3-1. Hann var tryggur og lyfti upp um Trónda Vatnahamar.

LIÐUGT!

 

 

B36 ? Víkingur 1-2 (1-2)

0-1: Zoltan Bukzegi, 6.

1-1: Bergur Midjord, 12.

1-2: Finnur Justinussen, 42.

1-3: Finnur Justinussen,