Unglingarnir hjá B36 eru steypavinnarar 2012. Tað vórðu teir krýndir í kvøld eftir 3-0-sigur á EB/Stremi í steypafinaluni á Tórsvølli.
Fyrri hálvleikur var ógvuliga javnur og málmøguleikarnir vóru fáir í tali. Fyrri hálvleikur endaði eisini hóskandi málleysur.
Sum seinni hálvleikur leið loysnaði spælið nakað og fleiri málmøguleikar vóru. Karstin Højgaard hjá B36 fekk eina 10 minuttirs útvísing umvegis eitt gult kort, sum er reglan í unglingadeildini, men EB/Streymur megnaði ikki at gagnnýta hetta. Hinvegin skuldi B36 bara brúka nøkur sekund at gagnnýta eina útvísing til EB/Streym, sum liðskiparin Andras Olsen fekk 17 minuttir fyri leiklok.
Rasmus Dan Sørensen sendi eitt frísparksinnlegg innfyri málið til Karl Martin Danielsen, sum prikaði B36 á odda 1-0.
B36 vann sær greitt yvirtak og álopini skolaðu inn yvir EB/Streym, sum tó hevði eina góða skotroynd. Hendrik á Fríðriksmørk átti hana, men hon fór beint upp um málið.
Tveir minuttir fyri leiklok fekk B36 brotsspark. Rasmus Dan Sørensen var tryggur úr 11 metrum og legði B36 á odda 2-0.
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk B36 aftur brotsspark. Hesaferð varð málverjin, Jákup Højgaard, settur at skjóta, og við frekari detalju lyfti hann bóltin upp um málverjan og í málið. Hann staðfesti harvið ein uppibornan 3-0-finalusigur til B36.
B36 - EB/Streymur 3-0 (0-0)
1-0: Karl Martin Danielsen, 73.
2-0: Rasmus Dan Sørensen, 88. (br.)
3-0: Jákup Højgaard, 90. (br.)